Mentan

List og gransking seta sjóneykuna á veðurlagsbroytingar

Kann list hjálpa okkum við at skilja veðurlagskreppuna – og kunnu listalig háttaløg bróta nýggja slóð fyri gransking? Í sambandi við Vísindavøku bjóðar Norðurlandahúsið til prát 23. september kl. 19 og verkstovu 24. september kl. 10.

2026-09-19 14:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Søgan um veðurlagið og heimin er næstan ikki til at fata, tí hon spennir seg yvir milliardir av árum – nógv longri enn okkara egnu royndir. Men kann listin kanska hjálpa okkum?

Hetta er útgangsstøðið í tveimum tiltøkum í Norðurlandahúsinum, har listafólk og granskarar kanna, hvat hendir, tá ið listalig og vísindalig háttaløg umskarast.

23. september kl. 19 hittast Guðrun í Jákupsstovu, bókmentafrøðingur, og Maja Friis, myndlistafólk, til eina samrøðu um, hvussu list kann elva til nýggjar áskoðanir á veðurlag, landslag og tíð. Undir prátinum verða víst filmsbrot úr samstarvinum millum Visual Science Studio og ískjarnugranskarar úr Niels Bohr Institutet, og føroyski rithøvundurin Lív Maria Róadóttir Jæger lesur úr Wicked FYSIKK um byrjan, kropp og sambond tvørtur um tíð.

24. september kl. 10 bjóðar Visual Science Studio til verkstovu. Her fara Maja Friis og Sofie Mønster at deila royndir í sínum arbeiði, sum liggur á markinum millum list og gransking, og bjóða luttakarunum til at royna listalig háttaløg til at miðla torgreidd granskingarúrslit.

Verkstovan er ætlað listafólkum, granskarum, lesandi og mentanarmiðlarum.

Bæði tiltøkini eru ókeypis og partur av Vísindavøku, men verkstovan krevur tilmelding.

Norðurlandahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder