Fríggjadagin 6. desember letur ein samantvinnað listaframsýning og jólasøla upp í Smiðjuni í Lítluvík.
Tað eru tær tríggjar, Tove Askham, Ann-Mari Dam og Johanna Askham, ið sýna fram. Tove við grafikki og tekningum, Ann-Mari við grafikki og klippum og Johanna við heimabundnum skóleistum og vøttum til børn.
Eisini er ymiskt heimagjørt jólaprýði við á framsýningini. Fyri eitt listafólk er tað gott at kunna hvíla frá listini eina løtu og brúka listagávurnar at spæla sær við at gera ting sum t.d. jólapynt, kort o.t., og tað setur eisini ein serligan jóladám á eina desember-framsýning.
Johanna hevur harumframt gjørt karamellur, bæði vanligar og laktosufríar.
Listaframsýningin/jólasølan letur upp seinnapartin fríggjadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald