Árligi Listaflogstuðulin hjá Atlantic Airways verður í ár latin Gunnvá Zachariasen, leiklistakvinnu.
Gunnvá Zachariasen skal brúka stuðulin til tveir einkonuleikir, ið hon leingi hevur ætlað at ført út í lívið.
Í ár er stuðulin hækkaður upp í 125.000 krónur, og tað var ein samd stuðulsnevnd, ið valdi Gunnvá Zachariasen úr rúgvuni av umsóknum til at fáa hesa upphædd. Í ár komu 24 umsóknir, ið tilsamans søktu um góðar tvær milliónir krónur.
- Gunnvá Zachariasen er ein dugnaligur sjónleikari, ið hevur drúgvar royndir innan fyri føroyska yrkisleiklist. Hesar báðar verkætlanirnar, ið vit velja at stuðla, viðgera okkara søgu og mentan við søgusiging – storytelling – í fokus. Tað er eitt kynstur at fáa lív í og at duga at siga frá søgum, og tað er forkunnugt at taka henda siðin upp. Og sum nevnd vilja vit fegin stuðla hesum báðum leikunum, millum annað tí teir viðgera evni, sum eru áhugaverd og viðkomandi fyri okkum, sigur nevndin í síni grundgeving.
Í nevndini sita Jóhan Martin Christiansen, umboð fyri Listafólkasamband Føroya, Alda Joensen, umboð fyri Almanna- og mentamálaráðið og Annika Larsen Black, umboð fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways.
Einkonuleikirnir, ið Gunnvá skal brúka stuðulin til, hava fingið heitini ‘Upphav’ og ‘Sára Malena’. Tann fyrri snýr seg um eina ræðuliga hending úti í Hesti í 1919, tá tveir bátar fórust á sjónum, og bygdin misti 10 prosent av íbúgvunum í einum.
Hin leikurin, ‘Sára Malena’, snýr seg um Sáru Malenu í Skúvoy, sum segðist vera gandakelling. Sára Malena er júst vorðin aktuell aftur í skaldsøgu við sama navni eftir Sólruna Michelsen. Gunnvá ætlar sær at skriva ein monolog, har Sára Malena fær eina rødd og sleppur til orðanna við íblástri úr teimum heimildarkeldum, ið finnast um hana, umframt skaldsøguni hjá Sólruni Michelsen.
Og yrkissjónleikarin fegnast sum vera man um stuðulin til einkonuleikirnar.
- Fyri meg hevur tað nógv at siga at kunna seta tíð av til at arbeiða við hesum verkætlanum. Sjónleikur er kostnaðarmikil at framleiða og at fáa ein so dyggan stuðul at byrja við, ger tað møguligt at seta hesar verkætlanir í gongd. Hetta eru tveir einkonuleikir, sum eg havi havt í huganum í fleiri ár, so vónandi verður sjøtil settur á teir seinni í vár og í summar, sigur Gunnvá Zachariasen.
Hetta er sætta ferðin, at Atlantic Airways letur Listaflogstuðulin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald