Innanlands

Listafólk í Vága kommunu skulu listprýða 2. byggistig av Skúlanum á Giljanesi

Býráðið í Vága kommunu hevur samtykt, at listafólk í kommununi skulu fáa møguleikan at koma við uppskoti til at listprýða nýggja bygningin – 175.000 krónur eru settar av til endamálið, og skulu listaverkini vera uppsett áðrenn skúlabyrjan í august 2023

Skúlin á Giljanesi (Savnsmynd)

Skúlin á Giljanesi (Savnsmynd)

2022-11-21 11:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú gongd er komin á arbeiðið við 2. byggistig av Skúlanum á Giljanesi, verður útbjóðingin at listprýða skúlan boðið út.

Tað boðar Vága kommuna frá.

Býráðið í Vága kommunu hevur samtykt, at listafólk í kommununi skulu fáa møguleikan at koma við uppskoti at listprýða 2. byggistig av skúlanum. Nýggi bygningurin, ið hevur eitt samlað gólvareal á 1.121 fermetrar, inniheldur tí handaligu deildina, tónleik, náttúru og tøkni.

Býráðið valdi ein listabólk at koma við einum tilmæli um, hvussu útbjóðingartilfarið skuldi síggja út. Lagt verður upp til list í breiðari merking, sum kann vera alt frá málninga- og myndlist, grafiskt, installatión, tekstil, ljós og ljóð fyri at nevna nøkur, skrivar kommunan.

Listafólk skulu lata inn skitsuuppskotið, saman við frágreiðing um listaverk/ini og neyvt útgreina, hvat tilfar verður nýtt, og eina kostnaðarmeting. Freistin at senda inn uppskot er mánadagin 16. januar 2023.

Býráðið hevur sett 175.000 krónur av til listprýðing, og listaverkini skulu vera uppsett í seinasta lagi áðrenn skúlabyrjan í august 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder