placeholder
Innanlands

Listaframsýning á Ólavsøku 2020

Lions Club Tórshavn skipar aftur í ár fyri listaframsýning í Müllers Pakkhúsi á Ólavsøku. Framsýningin verður í døgunum mánadagin 27. til hósdagin 30. juli 2020

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-07-01 08:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Lions Club Tórshavn skipar aftur í ár fyri listaframsýning í Müllers Pakkhúsi á Ólavsøku. Framsýningin verður í døgunum mánadagin 27. til hósdagin 30. juli 2020.

Hevur tú hug at framsýna tíni listarligu avrik, kanst tú fara inn á www.lions.fo ella https://www.facebook.com/lionstorshavn og lesa meira um, hvussu tú tilmeldar teg til árligu framsýningina.

Freistin at boða frá luttøku er mikudagin 22. juli 2020.

Hvør luttakari kann hava í mesta lagi 3 málningar við á framsýningini.

Málningar, ið skulu sýnast fram, skulu latast inn í Müllers Pakkhúsi leygardagin 25. juli millum kl. 16 - 18.

Óseldir málningar skulu avheintast aftur hósdagin 30. juli millum kl. 20.00 til 21.00 Ágóðin av framsýningini fer óskert til eitt vælgerandi endamál ella felagsskap.

Hvør fær ágóðan í 2020 verður kunngjørt á www.lions.fo og aðrastaðnis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder