Mentan

Listaframsýning hjá Edith Mørkøre: Býurin og býarkenslur

Sunnudagin 28. november klokkan 16 letur framsýningin upp í Karet í Havn

2021-11-27 10:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunudagin 28. november klokkan 16 letur Edith Mørkøre upp listaframsýning í KARET í Doktara Jakobsens gøtu í Havn.

Framsýningin hevur heitið "Býurin og býarkenslan”, og umfatar hon málningar og grafikk, sum listakvinnan hevur arbeitt við í seinastuni við heitinum sum íblástur.

Edith er autodidakt listafólk og hevur seinastu mongu árini havt listina sum sítt høvuðsstarv. Hon hevur við jøvnum millumbili havt listaframsýningar bæði her heima og uttanlanda. Eisini hevur hon listprýtt bókaútgávur og annað.

Edith málar í egnum atelieri Inni á Gøtu í Hoyvík, har hon eisini sýnir fram sína list og heldur skeið og skapandi listarligar verkstovur hjá LITBRIGDI.

Meira sæst at lesa um listakvinnuna á www.EdithArt.com og www.LITBRIGDI.net.

Fernisering er, sum áður nevnt, sunnudagin 28. november frá klokkan 16 til 18.

Edith bjóðar eisini kaffi/te og okkurt gott til góman.

Framsýningin er síðani opin hvønn dag í vikuni frá kl 11 til 21.

Um ein ynskir at Edith, er til staðar ta løtuna, tá ið ein vitjar framsyningina, ber til at seta seg í samband við hana og avtala eina tíð á tlf 28 33 19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder