Mentan

Listaframsýning í Gamla Seglhúsinum við Hansinu Iversen

Hansina er fyrsta listakvinnan, sum kemur at sýna fram í Gamla Seglhúsinum.

2019-01-29 07:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnudagin 3. februar 2019 letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum við Hansinu Iversen.

Hetta samstundis fyrsta listakvinnan, sum kemur at sýna fram í Gamla Seglhúsinum.

Fernisering verður sunnudagin 3. februar 2019 og kemur Hilmar Høgenni at røða.

Listakvinnan sjálv til staðar har møguleiki er at heilsa uppá. Eisini verður tónleikur á skránni.

Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til seinast í februar mánaða.

-  Gamla Seglhúsið

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder