placeholder
Mentan

Listaframsýning í gomlu dansistovuni á Strondum

Anfríð Djurhuus sýnir málningar fram vikuskiftini 22. og 23., og 29. og 30. oktober

2022-10-22 13:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrsta dansistovan á Strondum varð bygd í 1906 og seld í seinna helmingi av 1920-árunum. Síðani hevur hon verið brúkt sum hoyggjhús.

Nú hava eigararnir gjørt umvælt húsið, og vikuskiftini 22. og 23., og 29. og 30. oktober verður fyri fyrstu ferð listaframsýning í gomlu dansistovuni.

Tað er Anfríð Djurhuus, ið sýnir málningar fram.

Listaframsýningin verður opin 22. og 23. oktober, og 29. og 30. oktober. Opið er frá kl. 16 til 20.

Sjóvar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder