Mentan

Listaframsýning í Sjónleikarhúsinum

Út við 150 listarverk verða sýnd fram í Sjónleikarhúsinum um vikuskiftið

Hanus Samró og Adam Andreasen

Hanus Samró og Adam Andreasen

2021-05-22 12:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Blaðið "Vinnulívið" skipar fyri málningaframsýning í Sjónleikarhúsinum í dag og í morgin. Tað sermerkta við framsýningin er, at talan er um privatar málningar, sum hanga heima í stovuni, sum verða sýndir fram.

- Í blaðnum høvdu vit ein tátt, har sjóneykan varð sett á privatar samlingar, og vit sóu beinanvegin, at áhugin var serstakliga stórur, sigur Adam Andreasen, sølustjóri hjá Vinnulívinum.

Tískil fór Vinnulívið í gongd við at skipa fyri síni egnu listarframsýning.

- Fyrsta sýningin var í fjør. Undirtøkan var góð. Tá høvdu vit út við 100 listarverk, har meginparturin varð seldur innan fáar tímar, so vit gleða okkum til framsýningina í ár, tí nú hava vit út við 150 listarverk, sigur Hanus Samró, ábyrgdarblaðstjóri.

Úr rúgvuni kunnu nevnast listarverk og malningar eftir m.a. Mikines, Torbjørn Olsen, Ingálv av Reyni, Zacharias Heinesen, Eyðun av Reyni, Tróndur Patursson, A. Vegghamar.

Listarframsýningin verður í Sjónleikarhúsinum leygardagin og sunnudagin 22.-23. mai frá klokkan 12 til 18.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder