Sunnukvøldið 23. oktober kl. 20 letur ein listaframsýning upp í Glyvra kirkju. Tað er Eyðun av Reyni, listamaður, ið sýnir fram.
Í sambandi við framsýningina verður tónlist. Jón Magnus Joensen, urguleikari, spælir á Frobenius-orglið.
Bárður Jákupsson sigur í bók síni “Myndlist í Føroyum” um Eyðun av Reyni úr Havn:
Hann var næmingur á Askou-Jensens tekniskúla í Keypmannahavn 1971-72, síðani á málaraskúlanum á listaakademinum hjá Wilhelm Freddie 1972-78.
Hann hevur í fleiri ár tikist við koloristiskan landslagsmálning.
Málningarnir eru komponeraðir við sterkum litum og stórum pensilsstrokum í einummyndamáli, ið abstraherar frá myndevninum. Men tey seinasti árini hevur hann afturí størri mun undirstrikað sambandið við tað ítøkiliga myndevnið –linjur, rørslur og flatar sipa til veggir, galvar og skjøldrar á húsum. Ein linja og ein litur kunnu bákna væðing og kvøldroða. Svartir og violettir litir eru klangbotnur undir sterkum reyðum, grønum, bláum og gulum litbrigdum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald