Mentan

Listaframsýning við føroyskari ull

Øðrvísi listaframsýning í Spinnarínum í Klaksvík seinnapartin

2022-08-20 11:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á Sjómannadegnum í dag verður ein øðrvísi listaframsýning í Spinnarínum í Klingrugarðinum í Klaksvík.

Tað eru Súsan í Jákupsstovu og Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, ið skipa fyri listaframsýning og framløgum um ull. 

Á framsýningini verða verk eftir Astrid Andreassen, Ásu Hátún, Poulinu Jóannesardóttir, Súsan í Jákupsstovu, Ragnhild Hjalmardóttur Højgaard, Jórun Høgnesen, Guðrun & Guðrun, Thorup Copenhagen og Neysting.

Framsýningin verður opin frá klokkan 12 til 16, og framløgur verða ímillum 13 og 15.

Finn Kjølbro hevur stutta frágreiðing um Klaksvíkar Ullvirki, sum J. F. Kjølbro setti á stovn í 1946, og Maria Klein fer at greiða frá søguni hjá Norðoya ullvirki, ið Mona Olsen stovnaði í 1966. 

Súsan í Jákupsstovu fer at greiða frá sínum royndum við at nýta ull í list, og hvørjar møguleikar hon sær í hesari serføroysku rávøru.

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard hevur gjørt fleiri stórar listprýðingar seinastu árini, og hon fer at greiða frá, hvussu hon kveikir nýtt lív í føroysku ullina.

Harumframt fara Ingibjørg Lützen, Anne Sophie Nordendal og Jóvør Sumberg Olsen eisini at vísa siðbundna háttin at virka ull, og filmurin The Wool Islands eftir Sissal Kristiansen verður sýndur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder