Mentan

Listaframsýning við hári sum evni

'In Between' er framsýning hjá álendsku myndlistakvinnuni Nayab Ikram

2019-10-11 16:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinnapartin var fernisering av eini serligari framsýning í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn, sum er komin í lag í sambandi við FIMFF-festivalin.

Tað er álendingurin av pakistanskum uppruna, Nayab Ikram, sum sýnir fram. Framsýningin hevur heitið ’In Between’.

Hár hevur altíð havt ein stóran leiklut í fornum og nútímans samfeløgum. Tað hevur verið nýtt, sum ein ímynd hjá einkultpersónum og samfelagnum til at vísa status, kensluligu støðu og sín limaskap í einum bólki. Eisini hevur tað verið lutur í gandaritualum og sum ímynd av valdi, útinnan av valdi og frígering.

'In Between' umrøður kensluna av eini – mitt ímillum tilvisku, gjøgnum tann ímyndarliga týdningin av hári, úr einum søguligum sjónarhorni, ávirka av samfelagnum og persónligum upplivingum.

Hárið er ein partur av eini installering í trimum pørtum, ið vísir hvussu vit, ístaðin fyri at uppgeva partar av okkum sjálvum, kunnu varðveita teir sum minni.

Nayab Ikram (f.1992, Mariehamn) er myndafólk, myndlistafólk og listafyristøðufólk úr Álandi. Hon er av pakistanskum uppruna og hevur sæti í Turku (Finnland). Ikram arbeiðir við hugtøkum, sum viðgera mentanarligan samleika, felags minni, post-internet og kensluna av at
vera mitt ímillum. Hon granskar hugtøkini við ímyndum, ritualum og abstraktum sløgum av listasniði umvegis myndatøku, framførslum og installatónum.

Ikram fekk í 2015 prógv í Bachelor of Culture and Arts við høvuðsgrein í myndatøku frá Novia University of Applied Sciences í Jakobstad, Finnlandi. Saman við tvørfakliga listafólkinum Ramina Habibollah er hon eisini fyristøðufólk á listaframsýningini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder