Mánadagin 31. august klokkan 15.30 verður móttøka fyri almenninginum í sambandi við, at Listahøllin í Finsen letur upp. Listahøllin er høllin, ið áður var ovara fimleikahøllin í Kommunuskúlanum (nú Finsen).
Endamálið við Listahøllini er at veita yrkislistafólkum, lesandi og listaspírum eina bás, har tey kunnu menna og skapa list. Tilboðið um leigu av bás í Listahøllini er galdandi fyri borgarar í Tórshavnar kommunu og lesandi innan list, sum hava tilknýti til kommununa. Tey, sum hava áhuga í hesum, kunnu søkja um bás her.
Høllin er nú sett nakað í stand, stór vindeygu eru sett í bygningin, og høllin tekur seg væl út og hevur frálíkt útsýni. Og tað er eisini køkur, vesi og uppihaldsrúm í Listahøllini.
Ove Mortensen Arkitektavirkið hevur verið høvuðsráðgevi, og Sp/f ÁTS hevur verið høvuðsarbeiðstakari.
Klokkan 16.15 verða røður hildnar, umframt at kaffi, te, frukt og køkur eru at fáa, skrivar Tórshavnar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald