Íslendski koreografurin og listakvinnan Anna Kolfinna Kuran leitar eftir kvinnum, og øllum, ið kenna seg sum kvinna, í aldrinum 11-80+ at luttaka í einari orkuríkari framførslu í SMS í Havn leygardagin 4. september.
Tiltakið er partur av stóra festivalinum Nordic Music Days, sum verður í næstu viku, og fyri fyrstu ferð verður hildin í Føroyum, hóast hann hevur verið til síðan 1884.
Ein av fleiri framførslunum, sum verður í SMS, er eitt sokalla ”takeover”. Endamálið er at yvirtaka støð og almenn rúm við kvinnum í øllum aldri og samfelagsbólkum. Hetta er eitt einfalt tiltak, har litríkar kvinnur yvirtaka eitt rúm við at brúka teirra rødd og rørslur og skapa samhaldsfesti. Listakvinnan Anna Kolfinna Kuran, sum stendur fyri framførsluni, leitar nú eftir føroyskum kvinnum at vera við.
Tiltakið í SMS verður tað sætta í hesi røðini av takeover tiltøkum.
Venjingar verða í Finsen seinnapartin hósdagin og fríggjadagin í komandi viku. Ein nýtist ikki at vera royndur sangari fyri at luttaka. Allar áhugaðar kvinnur eru vælkomnar, verður sagt.
Takeover-tiltakið í SMS leygardagin er lýst í skránni fyri Nordic Music Days
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald