Mentan

Listarlig gáva til barna- og ungdómsprykiatriina

Fyrsti partur av verkætlanini ”Livibreyð” gav næstan 11.000 krónur – meira er í væntu

Frá vinstru Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, Bárður Dal-Christiansen, Alberta McLeod Jacobsen, deildarleiðari, og Súsanna Reinert-Petersen, yvirlækni

Frá vinstru Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, Bárður Dal-Christiansen, Alberta McLeod Jacobsen, deildarleiðari, og Súsanna Reinert-Petersen, yvirlækni

2020-09-02 07:42 Author image
Innsent
placeholder

Fyrstu partur av verkætlanini “Livibreyð” hjá Bárði Dal Christiansen er yvistaðin, og handanin av innsavningini er farin fram.

Innsavningin fór fram í framsýningini “Tíðin” og tá alt var talt saman, høvdu fólk latið heilar 10.827,54 krónur til endamálið. Umframt hettar hava ymiskar fyritøkur latið gávubrøv fyri áleið 15.000 krónur og 44 ymisk listafólk hava latið yvir 60 listaverk.

Mánadagin vórðu pengarnir, gávubrøv og listaverk latnin til virkandi deildarleiðaran Albertu McLeod Jacobsen og specialiansvarliga yvirlæknan, Súsonnu Reinert-Petersen, frá Barna- og ungdómspsykiatriska toyminum.

Tær gleðast um, at gávan verður latin børnunum og teimum ungu á deildini at gagni.

Verkið hjá Bárði á uppboðssølu
Tað ber framvegis til at stuðla Barna- og ungdómspsykiatriini. Tað kann gerast við at ogna sær verkið “Livibreyð”, ið var ein partur av framsýningini í Norðurlandahúsinum. Júst tað verkið var snúningsdepilin í innsavningini, og á baksíðuni er undirskrivað ein ørgrynna av nøvnum. Hetta eru tey, ið hava veitt innsavningini stuðul.

Verkið verður nú selt á eini uppboðssllu, sum fer fram á netinum frá 7. september kl. 9 til 9. september kl. 12. Minsta boðið er 15.000 krónir.

Hesi listafólk hava latið listaverk til tiltakið: Edith Mørkøre, Helga Djurhuus, Turið Teitsdóttir, Silja Eystberg, David Lopez Restrepo, Maria Ronnadóttir, Ólavur Thorsteinsson, Fríða Berg, Simon Fensholm, Øssur Johannesen, Kolbrún Haraldsstóvu, Karina Weihe, Harriet Olafsdóttir, Daisy Sloan, Ragnhild Kjærbo, Jensina Olsen, Laila Mote, Gvøðny Áarstein, Lise-Lotte Bangsgaard Vindelbo, Nina Sandgaard, Kari Roarsdóttir, Guðrið Egholm, Erla Ziskasen, Tóra Hammer, Maria Sverradóttir, Anna Sørensen, Marta Dalsgaard, Tróndur Johnsson Fuglø, Daniella Joensen, Anna Røska Randidóttir, Jana Jonhardsdóttir, Annika Leifsdóttir Dalsgaard, Margitt Kallsoy, Anna á Rógvi Kristensen, Miriam Jørgensen, Inga Greve Kampmann, Annelisa Johansen, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Theresa Kohlbeck, Beinta Gaard, Kamilla Ravn, Rannvá Holm Mortensen, Lisa Hendrikdóttir og Anita Køtlum.

Hesar fyritøkur ið hava latið gávubrøv: SMS, Myndlist, Kids Leikur, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Rit Og Rák. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder