- Seinastu mánaðirnar hava vit fyrireikað eina nýggja heimasíðu til Listasavn Føroya. Ynski var at gera eina brúkaravinarliga heimasíðu við nýggjum sniði og innihaldi. Heimasíðan er á føroyskum, donskum og enskum fyri at røkka bæði føroysku og útlendsku gestunum á savninum.
- Á nýggju heimasíðuni er tað skjótt og lætt at finna allar neyðugar upplýsingar um eina vitjan á Listasavni Føroya. Hetta gera vit við einum flottum visuellum sniði og einum einføldum bygnaði, sum eisini egnar seg til snildfonir, skrivar Listasavnið í tíðindaskrivi.
Heimasíðan er ment av Jógvan Andersen á QODIO í tøttum samstarvi við Dagmar Malenu Winther á Listasavni Føroya. Beinta á Torkilsheyggi hevur tikið nýggjar myndir til heimasíðuna.
Á heimasíðuni ber til at kunna seg um nýggjar og komandi framsýningar, tiltøk og rundvísingar. Eisini ber til at lesa um eitt úrval av høvuðsverkum á savninum. Ein síða er til dagstovnar, fólkaskúlar og miðnámsskúlar. Listasavn Føroya bjóðar ókeypis atgongd og rundvísing til dagstovnar og skúlar.
Við nýggju heimasíðuni leggur listasavnið eftir at veita eina góða tænastu við øllum neyðugum upplýsingum áðrenn ella aftaná eina vitjan á savninum. Samstundis er nýggja heimasíðan ein liður í at laga savnið til talgilda tørvin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald