Listasavn Føroya søkti fyrr í ár um stuðul til at skifta tróðurpláturnar í føstu framsýningini. Mentamálaráðið hevur játtað at stuðla umvælingini, sum fer í gongd í næstum.
Hetta arbeiðið er mett at taka umleið tríggjar mánaðir.
Karina Lykke Grand, stjóri á Listasavni Føroya, sigur soleiðis um umvælingina í stuttum tíðindaskrivi:
- Vit eru sera takksom fyri, at Mentamálaráðið hevur játtað stuðul til at fremja neyðugu umvælingina í føstu framsýningini. Vit mugu tíverri lata savnið aftur í tríggjar mánaðir, meðan arbeiðið fer fram, men vit gleða okkum at bjóða gestum aftur á gátt í februar.”
Fyrr í ár varð soppur staðfestur í Listasavninum. Tað skrivaði Kringvarpið fyri einum mánaði síðani, og bygningurin skal høvuðsumvælast.
Les eisini: Soppur í Listasavninum - ein og ein hálv millión sett av til umvæling næsta ár
Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2022 er hálv onnur millión sett av til at umvæla Listasavnið, og mett verður at 1,4 milliónir krónur verða brúktar í ár.
Ætlanin er at lata savnið upp aftur 1. februar 2022 við nýggjum serframsýningum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald