Vit eru sera fegin um at kunngera, at Ny Carlsbergfondet í ár hevur stuðlað Listasavni Føroya við týdningarmiklum innkeypum av verkum eftir Ruth Smith, Trónd Patursson, Jóhan Martin Christiansen og Jens Dam Ziska.
Ruth Smith
Savnið hevur keypt tvey týdningarmikil verk eftir Ruth Smith (1913-57). Tað eina er ein uppseting við bláum vasa, sum er tann størsta av hesum slag í samlingini, umframt ein málning av Nesi.
Uppseting við bláum vasa og appelsinum er eitt týdningarmikið íkast til at miðla listina hjá Ruth Smith, sum gjørdi nógv við at mála uppsetingar. Ruth er serliga kend fyri at mála bygdina Nes í fleiri av sínum málningum. Hesin málningurin ber brá av einum øðrvísi litavali og uppbygnaði av myndevninum, sum vísir fjølbroytni í málningunum hjá listakvinnuni.
![]()
Tróndur Patursson
Savnið hevur keypt tvey monumental verk frá Tróndi Patursson. Annað er eitt eyðkent verk fyri listamannin í ultramarin frá 2007, og hitt er eitt nýggjari høvuðsverk frá 2022.
Hesir báðir málningarnir eru við til at geva eina meiri umboðandi og nuanseraða mynd av listini hjá Tróndi í samlingini, eisini í nýggjari tíð.
Jóhan Martin Christiansen
Seks verk úr røðini “Jeppe svevur” eftir Jóhan Martin Christiansen eru nú partur av savninum. Verkini eru við til at styrkja umboðanina av queer-narrativum í føroyskari list og í samlingini.
Jens Dam Ziska
Savnið hevur harumframt keypt tveir stórar málningar frá Jens Dam Ziska, sum júst hevur havt eina serframsýning á Listasavninum.
Málningarnir bera boð um eitt altjóða og eksperimenterandi myndamál, sum leggur aftur at føroysku málningalistini. Landsløg og innimyndir verða sett í samtíðarligt høpi.
Umframt at stuðla at keypa listaverk hevur Ny Carlsbergfondet eisini stuðlað eini bókaútgávu. Talan er um eina bók um um listamannin Jens Dam Ziska (f. 1982), sum kemur út komandi ár.
Fleiri av verkunum kunnu upplivast, tá fasta framsýningin verður hongd upp av nýggjum í 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald