Seinastu vikurnar hevur ukrainski havnabýurin Mariupol verið hart raktur av álopum frá russiska herinum. Fyrr í vikuni varð m.a. eitt sjónleikarhús, har hundraðtals fólk høvdu leitað sær skjól, bumbað, og nú verður boðað frá, at ein listaskúli, har 400 fólk høvdu leitað sær skjól, eisini varð bumbaður av russiska herinum í gjár.
Sambært Ritzau eru í morgun enn ongar upplýsingar um, hvørt nakar hevur fingið skaða.
Lokalu myndugleikarnir siga tó, at bygningurin er sundursoraður, og at fólk enn eru fangað inni í bygninginum. Talan er, sambært býráðnum í Mariupol, um kvinnur, børn og eldri fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald