Mentan

Listavirðisløn Nólsoyar Páls verður handað í kvøld

Listavirðisløn Nólsoyar Páls er ein heiðursløn á 75.000 krónur, ið varð sett á stovn í 2013 av Klaksvíkar býráði.

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-02-02 16:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað er í kvøld kl. 19.30, at Listavirðisløn Nólsoyar Páls verður handað í Spinnaríðnum. Tiltakið er alment og ókeypis.

Tónleikur er á skrá við Hamradun, og einum bólki, sum tulkar Pink Floyd.

Dyrnar lata upp kl. 19.30, meðan sjálvt tiltakið byrjar kl. 20.00. Á skánni verða røður, tónleikur og ymsar framførslur, umframt at kaffi við onkrum leskiligum aftur við verður at fáa.

Listavirðisløn Nólsoyar Páls er ein heiðursløn, ið varð sett á stovn í 2013 av Klaksvíkar býráði. Virðislønin er ein gáva á kr. 75.000,-, sum eitt sterkt og virkið vinnulív í býnum saman við býráðnum letur.

Heiðurslønin verður latin til eitt lokalt listafólk, sum á ein hvønn hátt hevur skarað framúr.

Undanfarnu virðislønir er latnar til:
2013: Hanus G. Johansen
2014: Edward Fuglø
2015: Eyð Matras
2018: Steintór Rasmussen 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder