Innanlands

Listeria funnið í fiskafrikadellum

Fyritøkan Jeka Fish A/S afturkallar fiskafrikadellur, sum eisini eru seldar í føroyskum handlum, av tí at listeria er funnið í vøruni

2022-11-13 09:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyritøkan Jeka Fish A/S afturkallar øll sløg av fiskafrikadellum, sum hon hevur framleitt millum 1. august og 8. november í ár.

Talan er um frikadellur av merkinum "Havet's", sum hava seinastu nýtsludag millum 6. september og 14. desember í ár.

Orsøkin til afturkallingina er, at bakterian Listeria Monocytogenes er ávíst í vøruni, sum eisini er seld í føroyskum handlum.

Hjá teimum, sum gerast sjúk av listeriabakteriuni, kunnu sjúkueyðkenni líkjast eyðkennum við beinkrími við fepuri og høvuðpínu og í sjáldsomum førum magatrupulleikum.

Vørurnar eiga at verða lætnar aftur, haðani tær eru keyptar ella beindar burtur, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder