Innanlands

Listeria í høsnarungapylsum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar móti ávísum pylsum frá REMA 1000

2019-09-12 14:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú móti einum slag av pylsum, sum kallast ”REMA 1000 kyllingepølser” 300 g. Tað er danski framleiðarin Reitan A/S, sum afturkallarvøruna, tí kanningar hava víst, at listeria er í vøruni.

Listeria er bert funnin í pylsum, sum hava haldførisdato til 23. september 2019, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Vøran er seld í fleiri føroyskum handlum.

Ígerð við bakteriuni Listeria monocytogenes kann vera sera vandamikil, vísir Starvsstovan á. Sjúkueyðkennini líkjast beinkrími við fepri, høvuðpínu og í onkrum føri trupulleikum við maga og tarmi.

Á heimasíðuni hjá danska Fødevarestyrelsen ber til at lesa meira um listeria ( https://www.foedevarestyrelsen.dk/Leksikon/Sider/Listeria.aspx

Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir borgarum, sum hava keypt hesa vøruna, til at beina hana burtur, lata hana innaftur haðani hon er keypt ella at hitaviðgera hana væl og virðiliga áðrenn hon verður etin.

Hvør vøra:
REMA 1000 Kyllingepølser
Innihald: 300 g
EAN strikukota: 5705830602947
Framleiðsludagur: 26-08-2019
Haldførisdagur: 23-09-2019

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder