![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
11 valevni eru komin saman um at seta á stovn nýggjan lista til kommunuvalið í Fuglafirði 10. november.
Talan er um fimm kvinnur og seks menn. Tveir av monnunum eru núverandi býraðslimir, ávíkavíst borgarstjórin og formaðurin í Mentamálanevndini, verður boðað frá í tíðindaskrivi.
Listi Á hevur tríggjar yvirskriftir, har øll stevnuskráin verður arbeitt útfrá. Hesar yvirskriftir eru: Trivnaður, umhvørvið og samstarv.
– Listi Á vil tryggja, at tað er borgarin, sum er í miðdeplinum, tá kósin verður sett fyri tey komandi fýra árini. Listi Á setur til eina og hvørja tíð borgarin í fremstu røð. Listi Á heldur tað vera umráðandi, at kommunan heldur áfram við at fremja góðan trivna og skapa karmar fyri tey, sum búgva og virka í kommununi. Harumframt til tey, ið ynskja at seta búgv í okkara kommunu.
– Umhvørvið, bæði í mun til burðardygd og í mun til tað estetiska, skal setast á breddan, so Fuglafjørður kann gerast ein fyrimyndarlig kommuna á tí økinum. Har afturat er tað av avgerðandi týdningi fyri Lista Á at fáa í lag álítandi samstørv millum kommunu og vinnu, millum kommunumørk, millum kommunu og land, og ikki minst millum kommunu og borgaran, tí hetta er umráðandi fyri tryggleika borgarans og trivnaðin í kommununi.
“Trívist borgarin, trívist kommunan”, er niðurlagið hjá Lista Á.
Tey sum umboða Lista Á eru:
- Gudny Vang
- Ólavur Larsen
- Lillian Jacobsen
- Sonni á Horni
- Bergtóra Cederiusdóttir
- Sæbjørn Leiti
- Niels Midjord
- Rebekka P. Zelander
- Thordur Egholm
- Anna H. Abrahamsen
- Jóhan Petersen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald