
Tað var sera tætt millum teir báðar listarnar í Sands kommunu. Listi C fekk 185 atkvøður og fýra limir í bygdaráðnum, meðan listi A fekk fimm atkvøður færri og trý umboð í kommunustýrinum.
Tey valdu fyri lista C eru:
Heri Sverrason 46
Hanna á Reynatúgvu 36
Kristian Oskar J. Henriksen 33
Hildigerð Djurhuus 27
Tey valdu á lista A eru:
Poul Klementsen 35
Anja Sandoy 33
Bjarki Henriksen 32
Sostatt misti núsitandi borgarstjórin, Poul Klementsen, meirilutan í Sands bygdarráð. Hann tók yvir tá Brandur Sandoy, løgtingsmaður, legði frá sær sum borgarstjóri. Hinvegin er kona Brand, Anja Sandoy, nývald í bygdarráðnum.
Toppskorarin á valinum, Heri Sverrason var eisini fyrstvaldur á lista C seinast, og er helst eitt gott boð upp á nýggjan borgarstjóra.
Poul Klementsen. Listi hansara misti meirilutan í bygdarráðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald