Innanlands

Listi E í Vági liðugur við uppstillingina

10 fólk - fimm kvinnur og fimm menn - stilla upp á listanum hjá Tjóðveldi

Dennis Holm borgarstjóri í Vági, stillar upp aftur til komandi býráðsval

Dennis Holm borgarstjóri í Vági, stillar upp aftur til komandi býráðsval

2020-10-06 07:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tjóðveldi í Vági er nú liðugt við uppstillingina til kommunuvalið 10. november.

Dennis Holm, borgarstjóri er við á listanum, og tað sama eru býráðslimirnir Anna Brattaberg Samuelsen og Eyðbritt Krosslá.

Men Dánjal Bjarkhamar, sum hevur umboðað Tjóðveldi í Vágs býráð í fleiri setur, stillar ikki uppaftur.

Tey 10 valevnini á listanum eru:
Gunnvá Bjarkhamar Arnfinsdóttir, skrivstovufólk
Jón Bjarnason, svimjivenjari
Vár Dimon, sjúkrarøktafrøðingur
Jónleyg Eyðunsson, námsfrøðingur
Dennis Holm, borgarstjóri
Eyðbritt Krosslá, heilsurøktari
Rógvi Kærbech, sølumaður
Kári í Lágabø, maskinsmiður
Bárður G. Nielsen, landmátari
Anna Brattaberg Samuelsen, tannrøktari 

Á seinasta kommunuvali fekk Tjóðveldi fýra fólk innvald í Vágs býráð. 

Á seinasta uppstillingarfundi var eisini ein valskrá løgd fram. Hon kann lesast á lesarin.fo: Halda fast í góðu gongdini!

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder