Mentan

Listin blómar í Tjørnuvík

Í vikuni fekk borgarstjórin í Sunda kommunu handað ein málning frá parinum, sum seinasta mánaðan hevur búð í Listafólkabústaðnum í Tjørnuvík

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

2020-09-29 14:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í 2014 varð samstarvsavtala millum LISA og Sunda kommunu undirskrivað um at bjóða skúlan í Tjørnuvík sum listafólkabústað.

Listafólkabústaðurin kann leigast føroyskum og útlendskum listafólki og listaligt virksemi, skapan, hugsavnan og líknandi í eina viku upp í tríggjar mánaðir. Meira um listafólkabústaðin sæst her.

Seinasta mánaðan hava listakvinnan Bodil Arbjerg Lundby og maðurin búð og arbeitt í Listafólkabústaðnum í Tjørnuvík, og í vikuni vóru tey framvið á kommunuskrivstovuni og handaðu borgarstjóranum ein málning.

Á heimasíðuni skrivar Sunda kommuna, at kommunan fegnast um, at lív er í listafólkabústaðnum í Tjørnuvík, og at kommunan soleiðis kann vera við at fjálga um list og mentan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder