2021-01-30 09:58

Farna vikuskifti, fyrsta vikuskiftið, skeinkistøðini aftur kundu hava opið sum vanligt, var nógv lív í býnum, og kundi løgreglan staðfesta, at tilmælini um frástøðu als ikki vórðu hildin á skeinkistøðunum.
Sagt varð, at náttarlívið líktist tí, sum tað var áðrenn korona byrjaði at gera um seg, men hetta vikuskiftið hevur støðan tó verið ein onnur.
Løgreglan sigur í morgun, at seinasta náttin hevur verið stak friðarlig, og at lítið av fólki hevur verið at sæð í náttarlívinum.
Løgreglan hevur verið runt og vitjað skeinkistøð, men har var einki at finnast at.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald