Innanlands

Lítið av fólki í býnum í nátt

Náttarlívið hevur verið púra friðarligt í nátt – Løgreglan varð tó boðsend í sambandi við húsaófrið, og tveir bilførarar vórðu tiknir fyri ávikavíst rúsdrekkakoyring og fyri at koyra ov skjótt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-11-06 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu náttina hevur verið púra friðarligt í náttarlívinum, og tað vóru ikki nógv, sum høvdu leitað sær oman í býin. Tað upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn í morgun. Helst er tað núverandi koronastøðan, sum er orsøkin, sigur hann.

Sambært nýggjastu koronutilmælunum frá mikudegnum, sum skulu vera galdandi í tíggju dagar, eiga øll tiltøk, har 50 fólk ella fleiri savnast, at verða útsett, og náttarlívið eigur eisini at lata aftur.

Men 11 skeinkistøð í Havn og tvey í Klaksvík valdu ikki at akta hesum. Í staðin hava tey havt opið sum vant hetta vikuskiftið, tó við kravi um koronupass fyri at sleppa inn um kvøldarnar.

Men hóast náttarlívið hevur verið friðarligt, hevur løgreglan havt onnur mál at tikið sær av í nátt.

Í tveimum førum var løgreglan boðsend í sambandi við húsaófriði – eina ferð í høvuðsstaðarøkinum og eina ferð uttanfyri høvuðsstaðarøkið.

Eisini vóru tvey mál í Eysturoynni. Har varð ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring, og ein annar varð tikin fyri at koyra ov skjótt. Hesin seinni koyrdi 108 km/t í óbygdum øki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder