2026-08-27 08:26
Landsverk mátti fráboðast fyri at seta skeltið uppaftur, eftir at ein bilur nakað fyri middag í gjár rendi á ferðatálmandi ferðsluoynna við innkoyringina til Søldarfjørð norðanífrá. Bilførarin megnaði ikki at snara uttan um oynna, og rendi á skeltið.
Ongin persónsskaði stóðst av hendingini.
Nakrar bøtur vórðu skrivaðar í gjár. Á Glyvursvegi á Argnum varð ein bilur skrásettur at koyra 70 kilometrar um tíman, hóast hægst loyvda ferðin er 50. Í Klaksvík var ein bilførari avdúkaður fyri at koyra uttan trygdarbelti, og í Havn var ein bilførari avdúkaður fyri at tosa í telefon undir akstri, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald