Lítla oyggjalandið Palau, ið liggur eystanfyri Filipsoyggjarnar í Kyrrahavinum, hevur nú skrásett sín fyrsta koronasmittutilburð, upplýsir heilsumálaráðið í Palau í dag.
Sostatt hoyrir landið nú ikki longur til tann lítla bólkin av londum, sum ongan koronasmittutilburð hava skrásett undir allari farsóttini. Sambært Heimsheilsustovninum, WHO eru bert 13 lond í heiminum, sum ongan smittutilburð hava staðfest.
Orsøkin til, at Palau ikki longur kann rópa seg koronafrítt er, at tvey ferðafólk úr einum øðrum kyrrahavslandi, Guam, vórðu staðfest smittað eftir komu.
Bæði ferðafólkini, og øll, sum tey hava havt tætt samband við, eru farin í sóttarhald. Hvussu nógv fólk nú eru í sóttarhaldi, verður ikki upplýst.
Sambært Ritzau høvdu tey smittaðu fingið eina negativa kanning 72 tímar áðrenn fráferð til Palau, men við kravdu kanningini fimm dagar eftir komu, vórðu tey staðfest positiv.
Yvir 80 prosent av teimum 18.000 fólkunum, sum búgva á Palau eru liðugt koppsett fyri koronu, og Surangel Whipps, forseti á Palau, heitir á fólk um at bera seg skynsamt at. Hann sigur, at landið nú er farið frá at vera koronafrítt til koronatrygt.
Í mai varð eisini boðað frá einum smittutilburði á Palau, men tað vísti seg tó at vera gomul smitta, og telur hann sambært Heimsheilsustovninum ikki við.
Tey londini, sum enn ongan smittutilburð hava staðfest, eru í høvuðsheitum lítil kyrrahavslond. Harumframt hava Norðurkorea og Turkmenistan heldur ikki alment boðað frá nøkrum smittutilburðum, men greinarar eru tó í iva um, hvussu álítandi tølini úr hasum báðum londunum eru.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald