
Eftir stóra koronutalið í gjár við 180 tilburðum, fer miðalsmittutalið seinastu vikuna upp um 75 tilburðir, og fylgja vit ljóskurvaskipanini sum landsstýrið kunngjørdi fyrst í november, eru vit í reyða stigi, stig 3.
Tað merkir, at eftir hesum eigur samfelagið at lata enn meira aftur.
Eitt savningarmark upp á 10 fólk, øll sum kunnu, skulu arbeiða heima, fjarundirvísing skal vera, dagstovnar lata aftur umframt at matstovur, náttarlív, ítróttarlív, frítíðarvirksemi, venjingarmiðstøðir og tænastuveitarar við stuttari frástøðu til kundan stongja.
Hetta er tó bara vegleiðandi tøl at ganga eftir, og ein politisk avgerð skal takast, um stig trý skal setast í gildi. Og hóast vit hava methøg smittutøl, so eru fá innløgd við koronu, og í nýggjastu tølunum fyri í gjár eru bara tveir persónar innlagdir í Sjúkrahúsverkinum.
Landslæknin hevur áður verið frammi við, at hugt verður eisini eftir innleggingartalinum í mun til ljóskurvina. Tískil er lítið sannlíkt at myndugleikarnir stongja samfelagið við einans tveimum innløgdum.
Miðalsmittutalið seinastu sjey dagarnar er 77,57.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald