
Fyri tveimum vikum síðani søkti Heilsutrygd eftir sjey kommunulæknum til størv í fýra ymiskum læknadømum kring landið.
Talan var um trý størv í Suðuroyar læknadømi - tvey á Tvøroyri og eitt í Vági - tvey størv í Skálafjarðar læknadømi, har tað sambært Kringvarpinum arbeitt verður við at savna læknarnar í læknadømi í Heilsudeplinum í Runavík, eitt í Norðoya læknadømi og eitt í Kollafirði, sum er í Vestmanna læknadømi.
Freistin var í gjár, og tá kundi staðfestast, at bert ein umsøkjari var. Viðkomandi søkti um annað starvið á Tvøroyri, skrivar kvf.fo.
Í fleiri støðum eru harvið enn trupulleikar við ikki at hava fastar kommunulæknar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald