Innanlands

Varnaðust eldin áðrenn tað gjørdist álvarsligt

Lítil eldsbruni í Gásadali sunnukvøldið.

Fólk í Gásadali her í holt við at sløkkja eldin

Fólk í Gásadali her í holt við at sløkkja eldin

2026-09-20 20:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrr í kvøld fekk løgreglan fráboðan um ein eldsbruna í einum hoyggjhúsi í Gásadali.

Fólk varnaðust tíbetur eldin hampiliga tíðliga, og hann varð sløktur áðrenn tað gjørdist álvarsligt.

Átaksleiðarin var sendur á staðið beinanvegin. Tá hann kom á staðið, vóru fólk í Gásadali í holt við at søkkja eldin.

Ein patrulja er á veg vestur at hyggja uppá tað, verður upplýst av løgreglustøðini í kvøld, har tað annars ikki vita so nógv meira at siga um eldsbrunan.

Hendingin fór fram um 19 tíðina í kvøld.

Jens Kristian Vang, fotografur, var á staðnum júst tá hetta hendi og hann tók hesar myndirnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder