Innanlands

Lítil eldsbruni í sethúsum í Klaksvík

Hetta hendi í sambandi við matgerð. Tamarhald fekst skjótt á eldsbrunanum, ið bert hevði nakað av materiellum skaða við sær

2022-10-19 13:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrrapartin varð boðað frá eldsbruna í einum sethúsum í Klaksvík. Hann kyknaði í sambandi við matgerð.

Klaksvíkar sløkkilið og løgreglan vóru skjótt á staðnum. Sløkkiliðsmenninir fingu tamarhald á eldsbrunanum, ið tó hevði eitt sindur av materiellum skaða við sær.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder