Innanlands

Lítil eldur úr skorsteininum á Smyrli

Eldurin varð sløktur beinanvegin og eingin vandi var á ferð. Smyril siglir ikki meira í kvøld, sigur Strandferðslan

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-06-01 20:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á veg suður seinnapartin fekk strandfaraskipið Smyril trupulleikar við at eitt skorsteinsrør bleiv ovurhitað.

Hetta skrivar Suðurrás í kvøld.

Strandferðslan boðar á heimasíðuni frá, at túrurin klokkan 18:45 er avlýstur, og tað verður ikki siglt meira í kvøld.

Smyril siglir norð aftur í morgin klokkan 5, sigur Strandferðslan.

Suðurrás skrivar, at hitin í skorseininum førdi til, at hol kom á eitt oljurør og síðani ein lítil eldur. Hesin eldurin varð tó sløktur beinanvegin og tað var ongin vandi á ferð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder