Eitt lítið flogfar fleyg í dag inn í hægsta bygningin í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing, skrivar Ritzau, sum endurgevur amerikanskar miðlar.
Talan er um 528 metrar høga CITIC Tower, eisini kent sum China Zun. Bygningurin varð liðugur í 2018 og er høvuðssæti hjá CITIC Group-samtakinum, sum m.a. arbeiðir innan fígging og fastogn.
Fólk eru flutt úr bygninginum við sjúkrabili, og løgregla og sløkkilið eru eisini á staðnum. Fleiri vegir kring bygningin eru stongdir, og løgreglan hevur forðað fólki í at taka myndir og heitt á tey, sum longu hava tikið myndir um at strika tær.
Myndir vísa skaðar uttast á bygninginum, har tvær glasplátur hava fingið skaða.
Enn eru ongar fráboðanir um fólkaskaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald