2024-05-04 12:52
Fyrrapartin hevur ársins fyrsta grind lagt beinini í Klaksvík.
Grindin varð sædd út fyri Trøllanes um klokkan hálvgum átta í morgun, og stutt eftir klokkan tíggju hevði hon lagt beinini í Klaksvík.
Drápið gekk væl og tók um 15 minuttir.
Talan var um eina lítla grind. Jens Jensen, sýslumaður í Norðoya sýslu veit ikki at siga, hvat endaliga talið var, men fyrr í morgun varð mett, at talan var um einar 30 hvalir.
Enn veit hann ikki at siga, nær seðlarnir koma út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald