Innanlands

Lítil vitan um sálarliga arbeiðsumhvørvið

Skúlunum mangla betri skipanir at taka sær av lærarunum, eisini til at boða frá um arbeiðsskaða, heldur formaðurin í Føroya Lærarafelag

– Arbeiðið hjá læraranum er at fáast við menniskju, og tí fáa lærarar sálarligar stoytir, til tíðir so harðar, at tey fáa skaða av hesum og fella frá í styttri ella longri tíð, sigur formaðurin í Lærarafelagnum (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

– Arbeiðið hjá læraranum er at fáast við menniskju, og tí fáa lærarar sálarligar stoytir, til tíðir so harðar, at tey fáa skaða av hesum og fella frá í styttri ella longri tíð, sigur formaðurin í Lærarafelagnum (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-07-17 15:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Vit síggja avleiðingarnar av ótryggum sálarligum arbeiðsumhvørvi, tá limir í Lærarafelagnum leggjast fyri, men vit vita lítið um umstøðurnar annars.

Soleiðis skrivar Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags í grein í Skúlablaðnum.

Hann sigur, at mann sær ov nógvar støður, har starvsfólk vísa tekin um máttloysa og at enda koppa í starvinum, og hetta hevur stórar avleiðingar fyri gerandisdagin hjá hesum fólkum og avvarðandi teirra.

– Um vit dugdu betur at skipa sálarliga arbeiðsumhvørvið og at hyggja at vandateknum og taka okkum av støðunum, so kundu vit sloppið undan fleiri lagnum, har álítandi starvsfólk fella í fátt, og arbeiðsplássið missir dugnalig starvsfólk.

Jacob Eli S. Olsen vísir á, at vit hava rætt til eitt trygt arbeiðsumhvørvi, bæði tá talan er um fysiska og sálarliga arbeiðsumhvørvið.

Tá talan er um fysiskar vandar í arbeiðsumhvørvinum, eru trygdarskipanir, eitt nú krav um hjálm, trygdarskógvar og aðrar verjur, men tá talan er um at verja okkum ímóti sálarligum vandum í arbeiðsumhvørvinum, so eru fáar verjur og skipanir at tryggja okkum, sigur hann.

– Vit vita ov lítið um sálarliga partin av arbeiðsumhvørvinum, og sálarligir arbeiðsskaðar hjá lærarum eru ikki fráboðaðir sum arbeiðsskaði til myndugleikarnar, um vit hyggja at hagtølunum hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Arbeiðið hjá læraranum er at fáast við menniskju, og tí fáa lærarar sálarligar stoytir, til tíðir so harðar, at tey fáa skaða av hesum og fella frá í styttri ella longri tíð. Skúlunum mangla betri skipanir at taka sær av hesum lærarunum, eisini til at boða frá um arbeiðsskaða.

Skal lærarin gagna børnunum, má hann hava eitt persónligt yvirskot at geva av hvønn einasta undirvísingartíma, og tí hevur arbeiðið fyri sálarliga arbeiðsumhvørvinum í skúlunum so nógv at siga, ikki bara fyri læraran, men eisini fyri næmingarnar, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder