Komandi mánadag 11. mars letur upp ein forvitnislig listaframsýning upp í Gallerí Williamsstova í Niels Finsensgøtu í Havn.
“Å Tåre” er heitið á framsýningini við litríku norsku listakvinnuni, Helena Bremer Farsund, ið kallar seg Huldri.
Huldri hevur eitt gallarí í Førde, ið liggur í Sunnfjord í Sogn og Fjordani í vestara parti av Noregi. Hon arbeiðir við list á fleiri stigum. Umframt at vera listamálari, er hon eisini rithøvundur, tónleikari og sjónleikari.
Nú kemur hon av vísa sína list í Føroyum.
Við sær í bilinum hevur hon sonin, Christopher, sum hevur eina byggifyritøku, og ætlanin hjá teimum báðum er at filma ferðina og tær spontanu samrøðurnar teirra millum um lívið. Ætlanin er, at øll “å tåre”-verkætlanin skal gerast ein heimildarfilmur.
Umframt tey bæði, kemur eisini stórasystir Huldri, Gro N. Bremer. Hon er sangari og sangskrivari, og skal framføra í sambandi við at listaframsýningin letur upp mánakvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald