Uttanlands

Litt kvinna verður borgarstjóri í Chicago

Nýggi borgarstjórin, Lori Lightfood, er eisini samkynd

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-04-03 08:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Triðstørsti býur í USA, Chicago, fær nú sín fyrsta kvinnuliga litta borgarstjóra. Fyrrverandi almenni ákærin, Lori Lightfoot, hevur ikki fyrr verið vald í nakað alment embæti.

Í nátt varð staðfest, at hon vann annað umfar av borgarstjóravalinum móti eini aðrari littari kvinnu, Toni Preckwingle, sum hevur sitið í býráðnum í 19 ár.

Lightfoot hevur í valstríði sínum lovað, at sleppa av við korrupsjón á ráðhúsinum í býnum og hjálpa familjum við lágum og miðal inntøkum, og at hesi ikki verða gloymd av politikarunum í Chicago.

- Saman kunnu vit gera Chicago til eitt stað, har postnumarið ikki er avgerandi fyri tína framtíð, segði Lightfoot í sigursrøðu síni í nátt.

Lori Lightfoot lovar, at íbúgvarnir í Chicago fara at uppliva ein nýggjan bý, har rasa og ”hvør ein elskar” ikki hevur nakran týdning.

Við hesum valinum verður Chicago tann størsti býurin í USA við einum littum, kvinnuligum brgarstjóra. Hetta er aðru ferð, at ein kvinna stendur á odda fyri býarstýrinum.

Lori Lightfood er samkynd og hon og konan, Amy Eshleman, hava eina dóttir saman.

Lori Lightfood verður tikin í eið sum borgarstjóri 20. mai. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder