Innanlands

Lív aftur á Kondittarínum í Havn

Durita Thomsen og Rebekka á Fjallinum hava latið upp handil við føroyskari framleiðslu

Heðin Mortensen, Rebekka á Fjallinum og Durita Thomsen (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Heðin Mortensen, Rebekka á Fjallinum og Durita Thomsen (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2023-11-28 14:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ljós og lív er nú aftur á gamla Kondittarínum í Havn. Tað eru Durita Thomsen og Rebekka á Fjallinum, sum haa latið upp handil við føroyskari framleiðslu.

Talan er um klæðir, ið tær sjálvar sniðgeva og framleiða, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni, nú Heðin Mortensen, borgarstjóri, var á vitjan har í gjár.

Umframt at selja klæðir, selja tær eisini list hjá øðrum. Talan er um skiftandi framsýningar av list.

Til ber eisini at fara upp á lofti á smúkkukafe, har tú kann gera tær egnar smúkkur.

Handilin hjá Rebekku á Fjallinum og Duritu Thomsen er har, sum Kondittaríið var, á Niels Finsensgøtu 11 – á Glade Hjørn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder