Uttanlands

Lív funnið á mána hjá Saturn

Rúmdarkanningarfarið Cassini fann lív á ísmánanum Enceladus, áðrenn tað brendi niður í fjør

Mynd: NASA

Mynd: NASA

2018-07-01 11:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Áðrenn rúmdarkanningarfarið Cassini brendi niður í lofthválvinum hjá Saturn í september í fjør, náddi tað at senda dátur aftur til Jørðina.

Cassini fór nevniliga framvið Enceladus, einum av mánunum hjá Saturn, á veg til sjálva gongustjørnuna, og tað er á tí mánanum, at granskarar hava funnið lív.

Omaná Enceladus liggur eitt teppi av ísi, men undir ísinum hevur man funnið flótandi, saltan sjógv. Í tí sjónum hevur man nú funnið tekin um somu lívrunnin mýl, sum man sær, tá lív er á staðnum.

Hóast ísin hevur mánin eisini geysir og kryogosfjøll, ið eru gosfjøll, ið goysa ís og kava úr sær, heldur enn øsku og brennandi heitt lava.

Kryogosfjøllini sleingja damp og ís fleiri kilometrar út í rúmdina, og Cassini fleyg gjøgnum hetta, tá tað vitjaði Enceladus mánan í 2015, og sostatt bar til hjá mátitólinum hjá kanningarfarinum at "smakka" tey mýl, sum vóru í dampinum og ísinum.

Við at kanna dáturnar frá mátitólinum, kunnu granskarar greina tann sjógvin, sum finst undir yvirflatanum hjá Enceladus.

Granskarar hava nú funnið mýl, sum líkast teimum, ið man finnur í spiltum lívrunnum tilfari á Jørðini.

Enceladus er eisini fyrr sagdur at vera ein av teimum støðunum í rúmdini, har tað er mest sannlíkt at finna lív.

Tó skal man ikki vænta at finna livandi verur á mánanum. "Lívið" ið er funnið, er allarhelst bert samansetingar av grundevnum sum súrevni og køvievni.

Eingin ætlan er gjørd um at senda nýtt rúmdarkanningarfar at kanna Enceladus í nærmastu framtíð, skrivar DR.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder