2020-12-11 18:34

Sviar hava keypt gamla bjargingarbátin hjá Havnar Bjargingarfelag, Rescue Lív, sum nú í øllum góðum er komin til Helsingborg.
Rescue Lív kom til Føroya á páskum í 2008, og hevur verið nógv brúktur síðani.
Bjargingarfelagið nú ogna keypt Tanum, sum er væl størri, og hóskar betri til tørvin og ofta harðbalna veðrið í Føroyum.
(Mynd: Rescue Lív / Facebook)
Tað er svenska sjóbjargingartænastan SSRS, sum hevur keypt Rescue LÍV, og hann verður settur í tilbúgvingina í Trelleborg í Svøríki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald