
Árið 2024 royndist væl –hjá bæði felagnum og kundunum hjá Pf. Tryggingarfelagnum LÍV.
Fíggjarmarknaðurin háttaði sær væl í 2024, sum hann eisini gjørdi í 2023. Felagið fekk eitt samlað avkast av íløguognunum upp á góðar 356,5 milliónirkrónur. Kundar við marknaðarretnu fingu eitt avkast millum 6,82 og 19,08 prosent. Avkastið er tongt at, hvørjum váða kundin hevur valt. Kundar við varnasta váðanum fingu eitt avkast upp á 6,82 prosent, meðan kundar við partabrøvum burturav fingu eitt avkast upp á 19,08 prosent. Miðalkundin við 15 árum upp til eftirlønaraldur fekk eitt avkast upp á 10,20 prosent.
Kundar við miðal váða hjá LÍV fingu eitt nakað betri avkast enn samsvarandi kundin hjá donsku eftirlønarfeløgunum eftir skatt. Tað fegnast felagið um.
Inngjøldini til eftirlønir og tryggingar vóru góðar 453 milliónir krónur. Tað hægsta higartil. Inngjaldsvøksturin í mun til 2023 var upp á umleið 9,2 prosent.
Gongdin í kundatilgongd og inngjaldi hevur lagt lunnar undir, at felagið lækkaði umsitingarkostnaðin hjá kundum við marknaðarrentu. Umsitingarkostnaðurin lækkaði úr 3 prosentum av inngjaldinum niður í 2,5 prosent frá 1. januar 2025.
- Samhaldsfesti við, at fleiri herðar bera byrðuna, skal koma kundunum, sum eiga felagið, tilgóðar. Tí verður umsitingarkostnaðurin hjá kundum við marknaðarrentu enn eina ferð lækkaður við virknaði frá 1. januar 2025, sigur Jan Jakobsen, stjóri í Tryggingarfelagnum LÍV.
- Nú vit eru farin inn í 2025, reka nøkur svørt skýggj uppi yvir fíggjarmarknaðinum. Óvissan er størri enn vanligt, og eitt møguligt handilskríggj millum fleiri av stóru búskapunum í heiminum hóttir. Hetta skapar óvissur, og tað sæst aftur á fíggjarmarknaðinum fyrstu mánaðirnar í 2025.
Niðanfyri síggjast lyklatøl fyri roknskapin fyri 2024, sum bleiv góðkendur á aðalfundinum 30. apríl 2025:
Lyklatøl (hjá móðirfelagnum): mió.kr.
Tryggingargjøld 453,3
Útgoldnar veitingar 162,8
Úrslit av íløguvirksemi 353,0
Úrslit eftir skatt 12,7
Eginognin 185,7
Samlaðar ognir 4.675
Á aðalfundinum 30. apríl blivu Hanna í Horni (næstforkvinna), Kári Petersen, Súni Selfoss og Árni Arge afturvald. Nevndarformaðurin, Høgni Olsen, hevði boðað frá, at hann ikki tók við afturvali. Í hansara stað bleiv Árni Ellefsen valdur. Felagið takkar Høgna Olsen fyri innsatsin, sum hann hevur lagt eftir seg seinastu átta árini sum nevndarformaður í felagnum, og somuleiðis ynskir felagið Árna Ellefsen til lukku við valinum.
Pf. LÍV lívs- og pensjónstryggingarfelagið (LÍV3)
Pf. LÍV lívs- og pensjónstryggingarfelagið hevði eisini aðalfund 30. apríl 2025. Afturvald blivu Finn Danberg, sum heldur fram sum nevndarformaður, Gunnleyg Árnafjall, sum heldur fram sum næstforkvinna, meðan Kári Petersen og Árni Arge blivu afturvaldir sum nevndarlimir. Høgni Olsen stillaði ikki uppaftur, og í hansara stað bleiv Árni Ellefsen valdur.
LÍV 3 er eitt avtøkufelag, sum ikki stovnar nýggjar eftirlønaravtalur. Felagið hevur tryggingaravtalur við veitingartrygd, sum Føroya Landsstýri veðheldur fyri.
Felagið hevði eitt gott 2024. Úrslitið av íløguvirkseminum gav eitt avkast upp á knappar 214 milliónir krónur. Felagið hevur íløguognir fyri umleið 1,978 milliardir krónur.
Felagið hevði eitt úrslit upp á 126,4 milliónir krónur eftir skatt. Samlaðu tryggingarinngjøldini fyri verandi tryggingaravtalur vóru 37,3 milliónir krónur í 2024.
Grundað á veitingarskylduna hjá felagnum mótvegis tryggingartakaranum hevur móðurfelagið eina negativa eginogn upp á 479,4 milliónir krónur við árslok 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald