Innanlands

Lív sleipað tveir bátar á Havnina

Fyrst varð Lív boðsend at sleipa ein bát, sum hevði fingið róðurskaða, tá hann var staddur á Lambavík, og seinni fekk ein annar bátur maskintrupulleikar, tá hann var staddur ímillum Kirkjubønes og Borðuna

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-11-06 12:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð tvær ferðir brúk fyri bjargingarbáti at sleipa ein smábát, sum hevði trupulleikar, skrivar Vørn á heimasíðuna.

Á middegi vóru boð eftir Rescue Lív at sleipa ein bát, sum hevði róðurskaða.

Báturin var staddur á Lambavík, og Lív sleipaði hann á Havnina. Sleipið tók tveir og ein hálvan tíma.

Beint áðrenn klokkan trý seinnapartin, varð boðað frá, at ein bátur hevði fingið maskintrupulleikar.

Hann var staddur ímillum Kirkjubønes og Borðuna.

Lív varð aftur boðsend at sleipa bátin, og góðar tveir tímar seinni kom Lív á Havnina við honum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder