Mentan

Livandi list í Finsen hetta vikuskiftið

Dansisýningin er bygd á yrkingina ’Eitt dýpi av dýrari tíð’ eftir J. P. Heinesen

2018-11-23 08:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í gjár varð verkið ’Dýpið’ sýnt fram í Auluni í Finsen fyri fyrstu ferð. Talan er um eina forkunnuga sýning, ið er ein samansjóðing av modernaðum dansi, nýskrivaðum tónleiki og filmsupptøkum.

Sýningin er sprottin úr einum samstarvi millum bæði føroysk og útlendsk listafólk. Íblásturin til verkið kemur úr yrkingini ’Eitt dýpi av dýrari tíð’ eftir Jens Paula Heinesen.

- Hetta er ein sýning, sum nemur við allar sansirnar. Vit hava arbeitt við sýningini í umleið eitt ár, og hon hevur fingið sera góð skoðsmál uttanlands. Eg haldi eisini, at eg róliga kann siga, at hetta er ein sýning, sum er rættiliga óvanlig í føroyskum høpi. Vit vóna, at nógv leggja leiðina framvið Finsen komandi dagarnar – bæði ung sum gomul, sigur stigtakarin, Andrea Joensen.

Sýningin í Føroyum er liður í eini rundferð í Norðurlondum. ’Dýpið’ verður sýnt tvær ferðir í kvøld og aftur í annaðkvøld.

[object Object]

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder