2019-04-17 17:18
Nú er bert ein dagur eftir, til páskastevnan undir heitinum ”Livandi vón” verður skotin í gongd. Tað er Keldan í Skálafirði, ið skipar hesa páskastevnu.
Í ár verða tað serliga útlendskir talarar, sum koma at seta dám á stevnuna. Sviin Carl-Gustaf Severin er eftir hondini vorðin ein kendur vinur hjá mongum føroyingum. Hann kemur við sínum lætta lyndi og stóra hjarta fyri gleðiboðskapinum.
Sebastian Stakset, kendur sum “Sebbe Staxx”, hevur eina sjaldsama søgu. Hann bleiv sera kendur sum rappari og livdi eitt lív í uppreistri og harðskapi. Hann fekk nýggja vón, tá hann møtti Jesusi, og lív hansara broyttist fullkomiliga.
Eisini vitjar avstralski Joel Ramsey, ið er nógv umbiðin um allan heim at bera gleðiboðini fram. Tað, sum eyðkennir hansara møtir, er, at har henda nógv undur og tekin.
Fyrireikingarnar eru í hæddini, og væntar Keldan nógv fólk hesar dagar. Nógv tiltøk verða á skránni, og matstovan verður eisini opin undir allari stevnuni.
- Keldan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald