Mentan

Livar Nysted og teir givnir

Livar Nysted og hinir umborð á Hermione eru harmir um støðuna í dag, nú avgerð er tikin um at stinga í sekkin og eru nú á veg til lands

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-09-14 21:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Báturin Hermione legði 17. august frá landi í Pond Inlet, og teir átta menninir umborð hava síðani róð útnyrðingsleiðina.

Havrógvarin Livar Nysted er ein av rógvarunum, og hann boðar í dag frá, at teir gevast, og sigla til lands.

- Veðurforsagnarnir eru daprar nakað fram í tíðina. Nú tað so langt útligið, at fleiri halda tað ikki vera ráðiligt at halda fram. Sjalvur kundi eg hugsað mær at roynt eitt sindur afturat, men tað er so ikki undirtøka fyri tí, greiðir Livar Nysted frá á Facebook.

[object Object]

Útnyrðingsleiðin er norðasta leið til Kyrrahavið. Síðani Roald Amundsen og hansara menn vóru fyrstir at royna hana í 1906, hava bara 352 skip silgt har.

Hann greiðir frá, at teir hava mótstreym, og hóast motorurin er settur á sigla teir bara trý sjómíl. Teir hava sett kós móti tættasta býi, sum er 40 fjórðingar burtur, Cambridge Bay.

[object Object]

Livar Nysted sigur, at báturin Hermione verður standandi í Cambridge Bay í ár, og so er ætlanin at gjøgnumføra túrin næsta ár.

700 fjórðingar eru eftir at rógva. Tað er ikki nógv, men allíkavæl er tað nógv sigur hann, og samanber at tað er longri enn úr Føroyum til Danmarkar.

Livar Nysted er sjónliga vónbrotin at teir gevast og ivast í, um hann verður við til at gjøgnumføra túrin næsta ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder