Tað er ikki bert oman á jarðarklótini, at tað í hesum tíðum er óvanliga heitt, nærum kring allan heim. Soleiðis er eisini á sjónum.
Í økinum við Manatee Bay í Everglades-tjóðarlundini, skamt sunnan fyri Miami í Florida, varð hitin í vatnskorpuni í gjár máldur til at ver 38,43 stig celsius – eins heitt og í einum vanligum spapotti.
Tað skriva fleiri altjóða miðlar, eitt nú Reuters.
Høgi sjóhitin varð máldur av eini boyu. Aðrar boyur nærhendis skrásettu hita á 38 og 32 stig.
Vanligi hitin hesa tíðina á árinum plagar at vera millum 23 og 31 stig, upplýsir felagsskapurin Noaa, ið er almenna amerikanska umsitingin fyri hav og atmosferu.
Sambært The Guardian verða ikki gjørdar regluligar kanningar av hitanum í vatnskorpuni, men ein kanning frá 2020 bendir á, at hægsti hiti, sum higartil er máldur, var 37,61 stig.
Harvið kunnu 38,43 stig celsius møguliga vera nýtt met, skrivar dr.dk.
Longu fyri tveimum vikum síðani ávaraðu koral-serfrøðingar hjá Noaa um, at hitin í sjónum kring Florida var so høgur, at hann hóttir lívið og vistskipanirnar har um leiðir.
- Vit høvdu ikki væntað, at varmin kom so tíðliga og vera so ógvusligur. Sambært okkara dátum, hava vit ikki uppliva slíkt fyrr, segði Derek Manzello serfrøðingur hjá Noaa við CNN.
Ógvusligur hiti í sjónum er orsøk til, at fleiri vistskipanir í sjónum eru í vanda. Korallir doyggja, sjógras og tari kann ikki vaksa, og hetta kann vera orsøk til at fiskar og onnur havdýr ikki yvirliva.
Tíðindini um høga hitan í sjónum komu dagin eftir, at altjóða veðurlagsgranskarar í eini nýggjari kanning staðfestu, at mannaskaptar veðurlagsbroytingar eru ein av høvuðsorsøkunum til ógvusliga hitan á klótuni júst nú.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald