Vágs Kommuna er farið í gongd við at varpað ljós á fyrimunirnar við at búgva í kommununi.
Í hesum sambandi verða tríggir stuttfilmar, ið lýsa ungar familjur, sum hava valt at seta búgv í Vági framleiddir. Harav er tann fyrsti er til reiðar.
Heimasíðan vaga.fo skrivar, at tað Í orðum og myndum verður lýst, hvussu gerandisdagurin sær út: Familjurnar seta orð á, hví tey hava valt Vág sum karm um familjuna.
Fyrsti filmurin snýr seg um Rana og Biritu Nolsøe Johannessen og børn teirra.
- Komið verður inn á, at børn kunnu ferðast fritt, um tað so er til ymsu frítíðartilboðini, ella tey tá tey fara á gátt hjá vinfólkum. Eisini at tað er bíligari at seta føtur undir egið borð í Vági, enn tað til dømis er í miðstaðarøkinum, og gevur hetta ávíst fíggjarligt frælsi.
Fyrstu filmurin er tøkur og sæst niðanfyri ella á vagur.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald